Um Mpiri

Kórmynd frá september 2000
mynd: H. Maxmiling - 2002

Mpiri er ein føroyskur vokalbólkur, ið hoyrir heima í Keypmannahavn og er samansettur av 13 ungum útisetum. Tað var stovnað á vetri 97/98, tá nakrir sangarar úr Húsakórinum tóku seg saman um at gera eitt minni kór, ið skuldi leggja seg eftir at syngja nýggjan kórtónleik.

Tað vóru Bogi Mouritsen og Marjun Hoydal, sum tóku fyrsta stigið, og Bogi bleiv biðin um at stjórna kórinum. Skjótt høvdu tey savnað eitt fitt lítið kamarkór, sum fekk navnið Empiri. Í týdninginum 'learning by doing' bleiv navnið valt, tí kórið í fyrstani í stóran mun royndi seg fram. Tað varð seinni broytt til tann meira stuttliga staviháttin Mpiri, ikki ljóðaði so akademiskt. Men eisini tí, at kórið hevur ment seg síðani trilvandi byrjanini til ein sera ágrýtnan og ambitiøsan vokalbólk.

Mpiri venur í Simeonskirkjuni á Nørrebro. Kórið hevur havt fleiri konsertir í Samuelskirkjuni (har føroyska meinigheitin heldur til), í Føroyahúsinum og aðrastaðni í føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn. Størstu tiltøkini hjá kórinum higartil hava verið at skipa fyri árligu útisetakórstevnuni, Nordatlantisk Korfestival, í Danmark í 1999, spennandi framførsluna í Huset i Magstræde á vári 2000, og kórið hevur eisini verið á trimum konsertferðum í Føroyum - millum annað luttikið á Listastevnuni 2001. Í 2002 var kórið á stórari norðurlendskari konsertferð í Danmark, Føroyum, Íslandi og Svøríki og tað sama í 2004, sum umfataði Danmark, Suðurslesvík (Týskland), Svøríki og Finnland.

Á Norðuratlantisku Kórstevnuni í 1999 framførdu vit verkið Apokalypsa hjá unga føroyska tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Tróndur hevur verið tilknýttur kórinum síðani byrjan bæði sum sangari og komponistur. Hann hevur skrivað fleiri stykki til kórið hesi árini, so frumframførslur hava verið mestsum gerandiskostur á konsertunum hjá Mpiri. Seinni hevur kórið eisini bílagt verk frá øðrum føroyskum tónaskøldum so sum Paula í Sandagerði og Kára Bæk. At framføra nýggjan føroyskan tónleik er ein av málsetningunum hjá Mpiri. Hetta førdi eisini við sær, at kórið í 2003 gav út fløguna Asbest, ið savnaði saman nýggjan føroyskan kórtónleik (fløgan kann bíleggjast við at fara inn á Media).

Búmerkið hjá Mpiri  
mynd: H. Maxmiling - 2002

Konsertin 1. apríl 2000 var ein varði fyri kórið. Hon var á nýggju Foyerscenen, sum mentunarstovnurin Huset i Magstræde hevur gjørt. Tað mest krevjandi verkið á tí konsertini var nýggjasta verkið hjá Tróndi Bogasyni, Asbest, har kvæðastev rennur saman við rapp, nýmótans kórharmonium og indianskum sangi. Á konsertini varð eisini lagdur stórur dentur á pallframførsluna: Kórið skifti alla tíðina kóruppstilling og flutti seg runt í rúminum, føroyski ljóstøkningurin Egil Barclay Hansen skapaði huglag og harafturat hevði Mpiri fingið samband við føroysku klædnalistafyritøkuna Pau, sum hevði gjørt serligar búnar til kórið úr føroyskari ull, høri og bumull. Hesin ørðvísi stílurin bleiv eftir hetta eitt eyðkenni fyri kórið.

Samstarvið við Pau er síðani hildið fram, og klædnalistafólkini Dania Danielsen og Anna Mortensen leggja seg eftir at gera økologisk klæðir burturúr reinum nátturutilfari, serstakliga føroyskari ull.

Fyrstu tíðina stjórnaði Bogi Mouritsen, men í august 2000 tók kenda føroyska tónaskaldið og kórleiðarin Sunleif Rasmussen við kórleiðsluni av Mpiri. Í oktober 2002 varð danski dirigenturin Gorm Larsen settur í starv sum kórleiðari (les meira um Gorm niðanfyri).

Les meira um konsertirnar hjá Mpiri á Kalendari

 

Um kórleiðaran

Gorm Larsen
foto: Bárður Eklund - 2004
Gorm er føddur í 1968 og útbúgvin kór- og orkesturleiðari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í 1999. Hann hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á Universitetinum í Århus. Seinastu 10 árini hevur hann stjórnað fleiri kórum í Keypmannahavn. Hansara kunnleiki til sangtilfar er breiður, frá miðaldartónleiki til nýggjan tónleik - serliga klassiskan. Hann hevur stjórnað fleiri sangleikum á Slagelse Teater og hevur havt fleiri masterclasses í Danmark, Onglandi og Kroatia. Gorm er eisini úbúgvin blokkfloytuleikari og hevur spælt konsertir í Danmark, Onglandi, Kroatia og Spania. Síðani 1996 hevur hann arbeitt á Danmarks Radio og gjørt sendingar um klassiskan tónleik. Fekk í 2000 Sleipnir legatið frá Norðurlandaráðnum og hevur luttikið í skeiðum í kórleiðslu hjá Paul Hillier, Andrew Parrott og Lars Ulrik Mortensen.