|
Mpiri framf&osalsh;rdu á Mentanarnáttina 10. oktober í Føroyahúsinum |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri framf&osalsh;rdu á Mentanarnáttina í Føroyahúsinum, eina lítla konsert við góðum gomlum og spennandi nýggjum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
EXPO2008 í Zaragoza - apríl 2008 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri skal til spanska býin Zaragoza at luttaka á heimsins størsta mentanartiltaki. Vit skulu saman við danska dansibólkinum Saga Dance Company framføra leikin Barbara við tónleiki eftir Tróndi Bogasyni. Barbara verður framført á danska nationaldegnum (í Expo-høpi) 2. juli, og framførslan verður í donsku paviljongini. Møguliga verða fleiri konsertir í Spania - kanska í Barcelona ella Bilbao. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Videolag til Upp gleðist - desember 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í sambandi við, at Mpiri hevur innspælt jólafløguna Upp gleðist, er eitt videolag eisini gjørt. Tað kann heintast á Media-síðuni saman við broti av sangunum av fløguni. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Release konsert í Danmark - 5 desember 2007 kl. 19:30 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í sambandi við at Mpiri gevur út jólafløguna Upp gleðist verður ein útgávu konsert í Samuelskirkjuni í Thorsgade á Nørrebro. Konsertin byrjar kl. 19:30. Vit fáa eplaskivur og okkurt heitt í kryptini aftaná. Kom og hugna tær við okkum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Jólakonsert í Norðurlandahúsinum - 1 desember 2007 kl. 12 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur jólakonsert í Norðurlandahúsinum í Havn 01/12 kl. 12:00. Í sambandi við konsertina verður nýggja jólafløgan Upp gleðist presenterað. Gløgg og eplaskivur verða at fáa.
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsert á Norðuratlantsbryggjuni - 16 november 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í sambandi við útgávu av barnabókum á grønlenskum, sámiskum og føroyskum verður reseptión á Norðuratlantsbryggjuni kl. 14. Mpiri fer at framføra nakrar sangir. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mentanarnátt - 12 oktober 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í Sambandi við Mentanarnáttin í Keypmannahavn 12. oktober, hava vit konsert í Føroyahúsinum kl 1900. Á konsertini fara vit at geva eitt boð uppá hvat númans føroyskur kórsangur kann vera. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Jólafløgan undir land - september 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Upptøkurnar á hvítusunnu gingu stak væl. Tá fingu vit 10 sangir í kassan, og hesir eru nú ljóðblandaðir. Í september taka vit seinastu 5 sangirnar upp. Tilfarið er stak gott. Alt er nýggjar útsetingar av kendum, føroyskum jólasangum. Nógvir solistar úr kórinum syngja á fløguni men eisini Gudrun Sólja. Fløgan kemur út í samband við útgávukonsert í Keypmannahavn 21. november. Meira verður at frætta um nær og hvør seinni. Síðani fer kórið á stutta konsertferð til Føroya at gera vart við fløguna. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsert í Rundatorni - apríl 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mikukvøldið 2. maj kl. 20 hevur Mpiri konsert í Rundatorni. Konsertir í vakra bókasavnssalinum í torninum mitt í Keypmannahavn hava verið ein afturvendandi táttur hjá kórinum. Hetta er einasta høvið at hoyra Mpiri í vár, tí kórið arbeiðir hart við at venja tilfarið til jólafløguna, sum skal takast upp í mai. Á konsertini verða verk eftir kend útlendsk tónaskøld sum: Thomas Tallis, Per Nørgård, Einojuhani Rautavaara og Jean Sibelius, meðan helvtin av tilfarinum er føroyskt: Kári Bæk, Bjarni Restorff, Sunleif Rasmussen og Pauli í Sandagerði. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggir sangarar - februar 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur fingið tríggjar nýggjar sangarar. Tey eru: Agnar Lamhauge (tenorur), Katrin Næss Hansen (sopranur) og Eva Klemensen (sopranur). Fylgið við á sangarasíðuni, har myndir og profiltekstir verða lagdir inn í næstum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Trinidad slept - januar 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Vónirnar vóru góðar at sleppa til oyggina í Meksikanska golfinum. Vit høvdu góð sambond har niðri, og konsertmøguleikarnir skortaðu ikki. Men tað eydnaðist ikki at fáa nóg mikið av peningi til vega, so nú er ætlanin slept. Í staðin verður arbeitt fram ímóti einum túri á meira heimligum breiddarstigi einaferð í heyst. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Jólafløga - januar 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað gongur væl við arbeiðnum at gera jólafløguna. Kórið er farið undir at venja, og nógv tilfar er longu fingið til vega. Men meira er á veg. Føroysku tónaskøldini hava tikið væl móti fyrispurninginum, so fløgan verður væntandi á tremur við nýggjum útsetingum av føroyskum jólatónleiki. Upptøkurnar verða gjørdar í mai, og fløgan kemur eftir ætlan út í november. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur tenorur - januar 2007 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri søkti herfyri eftir nýggjum tenori og soprani, eftir at Anna Maria er flutt heim, og Hjörtur er fluttur til Íslands. Upptøkuroyndir hava nú verið, og nýggjur tenorur er funnin. Tað er Mass Hoydal. Kunning um Mass verður løgd út á Sangarar-síðuna sum skjótast. Sopranurin en enn ikki funnin, so tað ber enn til at bjóða seg fram til upptøkuroynd. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ætlanir fyri framman - oktober 2006 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Orsakað av teldutrupulleikum hevur hesin tíðindateigurin ikki verið dagførdur eina tíð, men nú er rætt lag á aftur. Mpiri hevur nógvar ætlanir fyri framman. Vit arbeiða enn fyri at koma til Trinidad á konsertferð, og nú sær bjartari út, eftir at fleiri játtandi stuðulsumsóknir eru komnar. Ætlandi fara vit til Trinidad seinast í apríl 2007. Eisini arbeiða vit við einari nýggjari fløgu. Hesaferð er tað ein jólafløga við nýskrivaðum føroyskum jólatónleiki, nýggjum útsetingum av jólatónleiki og eisini kendir klassikarar. Vit fara helst undir at taka upp í mai, og fløgan skal eftir ætlan koma út til jóla næsta ár. Sí eisini Kalendaran fyri at síggja komandi konsertirnar. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertferð til Føroya - mars 2006 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fyrst í apríl fer Mpiri til Føroya. Í Føroyum skulu vit hava tvær konsertir ávikavist í Vesturkirkjuni í Havn og í Nólsoyar Kirkju. Lesið meira um konsertinar undir Kalendari. Á konsertunum fer Mpiri at syngja páskaskránna, sum vit hava vant í vetur. Tað er tónleikur eftir millum øðrum Kára Bæk, Francis Poulenc, Urmas Sisask, Arvo Pärt og Per Nørgård. Túrurin til Føroya skal eisini brúkast til at taka upp 3 verk hjá Kára Bæk til nýggja kórfløgu við tónleiki eftir Kára, ið ætlandi kemur út í summar. Á fløguni luttaka umframt Mpiri eisini kórið Tarira undir leiðslu av Sunleivi Rasmussen og Skýrák, sum Kári Bæk sjálvur stjórnar. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í Keypmannahavn - mars 2006 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í 5 ár hevur tað verið fastur táttur, at Mpiri hevur sína várkonsert í Rundatorni. Men í ár verður roynt at gera tað eitt sindur øðrvísi. Kórið hevur tvær meinlíkar konsertir í ávikavist Samuelskirkjuni 29/03 og Simeonskirkjuni 05/04. Báðar kirkjurnar liggja á Nørrebrúgv, og konsertirnar eru kl. 20. Mpiri venur vanliga í Simeonskirkjuni, meðan føroyska meinigheitin heldur til í Samuelskirkjuni. Á henda hátt royndir kórið at skapa áhuga hjá bæði eini danskari og eini føroyskari áhoyrarafjøld. Lesið meira um konsertinar undir Kalendari. Á konsertunum fer Mpiri at syngja páskaskránna, sum vit eisini fara at framføra í Føroyum í apríl. Tað er páskatónleikur eftir millum øðrum Kára Bæk, Francis Poulenc, Arvo Pärt og Per Nørgård.
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Harðar venjingar og politikonsertir - februar 2006 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Januar og februar eru vanliga ein tíð við hørðum venjingum, har kórið fyrireikar várskránna. Soleiðis eisini í ár. Men mitt í øllum vórðu vit biðin at syngja fyri Rødovre Politi í sambandi við ein jólafrokost fyrst í januar. Eitt heldur óvanligt tiltak, sum tó eydnaðist væl. Kórið sang eina meira siðbundna sangskrá við fleiri kendum fosturlandssangum. Ein partur av Mpiri hevur eisini í februar/mars vant við Húsakórinum fyri at stuðla teimum í at syngja verkið Sólarmessa hjá Paula Hansen inn á fløgu. Fløgan hjá Húsakórinum kemur væntandi út í summar.
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Jólakonsertir væleydnaðar - januar 2006 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tíðin við Leivi Hansen sum kórleiðara eydnaðist stak væl. Leif stjórnaði Mpiri á kafékvøldi í Føroyahúsinum 18. november og hareftir á árligu Norðatlantisku Jólakonsertini saman við grønlendskum og íslendskum kórum. Bæði tiltøkini riggaðu stak væl. Mpiri takkar Leivi fyri samstarvið. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir áðrenn jól - november 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fríggjakvøldið 18. november verður Mpiri at hoyra í sambandi við eitt kafékvøld í Føroyahúsinum. Á kafékvøldinum spæla eisini Kristian Blak og Kári Sverrisson. Tá verður Mpiri undir leiðslu av Leif Hansen, ið hevur átikið sær at stjórna kórinum eina tíð, meðan Gorm Larsen er burturstaddur. Lesið meira á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum 10. desember luttekur Mpiri sum vant á árligu Norðatlantisku Jólakonsertini í Helligaandskirken á Stroynum saman við íslendskum og grønlendskum kórum. Konsertin er kl. 17. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur altur - november 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Vit hava fingið ein nýggjan 1. alt í kórinum. Tað er Lív Mikkelsen, ið lesur Hum.Bas. á RUC. Hon hevur sungið og spælt tónleik í nógv ár og flutti til Danmarkar í fjør. Vit ynskja henni vælkomnan í kórið. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Framtíðarætlanir - august 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertferðin til Føroya er flutt til várs. Av tí at vit máttu flyta konsertferðina til Suðurjútlands til oktober, flyta vit eisini føroyaferðina til apríl. Vit fara at hava konsertir í Føroyum í døgunum 7. til 10. apríl, um tað eydnast okkum at fáa fígging til vega. Hvar og nær verður lýst seinni. Mpiri skal eisini gera upptøkur við verkum eftir føroyska tónaskaldinum Kára Bæk, sum skulu brúkast til eina fløgu, har kórverkini hjá tónaskaldinum eru savnað. Hetta verður møguliga gjørt í sambandi við føroyaferðina. Umframt Mpiri verða eisini kórini Skýrák og Tarira á fløguni. Í mai verður aftur Norðatlantiska Kórstevnan í Keypmannahavn, og møguliga skal Mpiri samstarva við ein renesansubólk um konsertir í vár, og tí er tað eitt sindur óvist enn, hvussu verður við afturvendandi várkonsertini í Rundatorni. Vit arbeiða eisini enn við ætlanunum um at fara til Trinidad í november 2006. Kórleiðarin kennir tónleikafólk har niðri, ið eru sinnað at skipa fyri konsertum við Mpiri. Hetta er ein roynd at ganga heilt nýggjar leiðir, eftir at kórið - eins og flest onnur føroysk kór - einans hava haft konsertir í Norðurlondum higartil. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjan alt - august 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Katrin hevur fingið tilboð um at arbeiða í Slovenia fyri danska Uttanríkismálaráðið komandi 4 árini og hevur tí verið noydd at siga seg úr kórinum. 1. november koma vit tí at mangla ein alt og fara at hava upptøkuroyndir seinast í oktober. Áhugaðar eru sera vælkomnar at venda sær til nevndina: nevnd@mpiri.org ella til formannin á tlf: 27397077. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Spennandi heyst fyri framman - august 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertferðin til Suðurjútlands í heyst er nú komin upp á pláss. Fríggjakvøldið 14. oktober skulu vit syngja í Løgumkloster Kirke kl. 20, og leygardagin 15. oktober er tað í Pumpehuset í Tønder Museum kl. 15. Konsertin í Tønder verður í sambandi við eina føroyska listaframsýning har. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Avlýsing av konsertum í Suðurjútlandi - mai 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Vegna sjúku eru konsertirnar í Tønder og Løgumkloster tíverri avlýstar. Mpiri harmast um hetta, men vit gleða okkum til at hava konsertirnar í oktober í staðin. Konsertirnar verða sum upprunaliga ætlað í Tønder Museum og í Løgumkloster Kirke. Dato og tíðspunkt verður lýst seinni. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Væleydnað í Rundatorni - mai 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertin í Rundatorni gekk ógvuliga væl. Mpiri framførdi eina rættiliga krevjandi konsertskrá, men hon varð sera væl móttikin av áskoðarunum. Har vóru einir 130 áskoðarar til konsertina, og tað ger hesa konsertina til ta best vitjaðu av teimum nú 5 framførslunum, vit hava havt í Rundatorni higartil. Mpiri takkar tykkum øllum, ið komu til konsertina og vóna, at tit høvdu eina góða konsertuppliving. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sangskráin í vár - apríl 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sangskráin í vár við temanum 'Sorrig og glæde' er ógvuliga fjølbroytt. Nógv nýtt er á skránni so sum Tjajkovskij, bulgarskur kvinnusangur og finskur tónleikur til spanskan tekst. Men eisini verk hjá tónaskøldum, sum vit hava sungið áður, so sum Per Nørgård, Vagn Holmboe og sjálvandi Tróndur Bogason. Tilfarið fevnir sera breitt frá tí lívliga til tað stilla, frá tí vakra til tað svaka, frá renesansutónleiki til tað heilt nýskrivaða. Serligt fyri konsertirnar í vár er eisini, at tríggir slagverkstónleikarar verða við. Vit hava valt part av tilfarinum út eftir, at tað er skrivað til slagverk. Sum heild eru royndir við ljóði eitt eyðkenni í ár. Samstundis hava øll verkini okkurt tilknýti til annaðhvørt sorg ella gleði, sum er temað til konsertirnar í vár og eisini konsertferðina til Føroya í heyst.
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ætlanir framyvir - mars 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Árliga várkonsertin verður í Rundatorni mikukvøldið 04/05 kl. 20. Sí www.rundetaarn.dk Tað liggur nú fast, at Mpiri fer á stutta konsertferð til Suðurjútlands seinasta vikuskifti í mai. Ætlandi skulu vit hava konsert í Pumpehuset í Tønder Museum, Tønder leygardagin 28/05 kl. 14.30 og í Løgumkloster Kirke sama kvøld kl. 20.00. Sí eisini Kalendari. Í oktober fer Mpiri á stutta konsertferð
til Føroya. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggir sangarar - mars 2005 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í nýggja árinum hevur Mpiri fingið
tveir nýggjar sangarar í staðin fyri ávikavist
Niclas Thorsteinsson og Sissal Clementsen. Tað eru 2. bassurin, Hans
Mols Mortensen, og 1. alturin, Katrin Leo. Profilar og myndir av teimum
báðum verða løgd út á heimasíðuna
sum skjótast. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggj nevnd og ætlanir framyvir - november 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Á aðalfundi í Mpiri 10. november bleiv nýggj nevnd vald. Nevndin hevur skipað seg við Jensinu Olsen sum formanni, Hjörturi Þórbjørnssyni sum næstformanni, Dániali Hoydal sum skrivara og Anne Mette Klemmensen sum kassameistara. Nýggja nevndin fer at arbeiða við ætlanunum um at fara til Føroya komandi summar. Vit vilja gjarna aftur til Føroya at syngja, nú kórið ikki fór í ár. Væntandi fara vit at hava konsertir fyrst í august. Tað er eisini fastlagt, at árliga várkonsertin
í Rundatorni verður mikukvøldið 4. mai komandi ár.
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Væleydnað konsertferð í Finnlandi - oktober 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Túrurin til Finnlands eydnaðist stak væl
- ikki minst tær tríggjar konsertirnar, ið vit eru sera
væl nøgd við. Í Turku framførdu vit fyri
góðum 200 norðurlendskum gestum til 80 árahaldið
hjá Norrøna Felagnum (Pohjola-Norden), og gestir og fyrireikarar
lótu aftaná sera væl at. Eisini konsertin á
røktarheiminum í lítla býnum Sibbo riggaði
væl, tí akkustikkurin var fínur, og nógvir
áhoyrarar vóru komnir at hoyra okkum. Konsertferðin
endaði við konsertini í stásiligu Berghäll/Kallion
Kirkjuni í Helsinki, har eini 50 áhoyrarar vóru komnir
at lurta, og Mpiri hevði eina framúr góða konsert.
Vit fingu eftir konsertina nógv sera rósandi orð. Vit
nýta her høvið at takka fyrireikarum og stuðlum
fyri hjálpina á ferðini. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Finnland - oktober 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fyri framman liggur tú seinsti og longsti parturin
av norðurlendsku konsertferðini 2004: Finnland. Vit gleða
okkum nógv at fara til hetta øðrvísi landið
í Norðurlondum, har flestu okkara ongantíð hava
verið áður. Vit hava konsertir í býunum Åbo/Turku,
Helsinki/Helsingfors og Sibbo í Suðurfinnlandi. Les meira um
konsertirnar á Kalendari
og hygg at plakatini á Media
|
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tvær mentanarnætur - september 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað er nú komið upp á pláss,
at Mpiri skal syngja á Mentanarnáttini
í Keypmannahavn fríggjakvøldið 8. oktober í
Føroyahúsinum. Hetta verður eitt spennandi kvøld,
ið verður nakað øðrvísi enn undanfarin ár.
Jensina Olsen úr Mpiri skipar fyri saman við Føroyahúsinum,
og kvøldið verður merkt av einum døkkum roykstovudámi.
Umframt Mpiri upptraðkar Fótatraðk og spennandi miðaldartónleikabólkurin
Virelai, har sangarinnan
er føroysk. Lesið eisini meira um, hvat annað fyriferst
í Føroyahúsinum á heimasíðuni
hjá húsinum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjar sangarar - august 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri sóknast eftir nýggjum sangarum at byrja
1. november. Sissal gerst liðug at lesa og flytir til Føroya,
og Niclas fer úr kórinum orsakað av ov stórari
lestrarbyrðu á útbúgvingini. Vit leita tí
eftir einum alti og einum bassi. Áhugað verða biðin
at venda sær til nevndina (nevnd@mpiri.org) ella at ringja á
22942837. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tiltøk fyri framman - august 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað er nú komið upp á pláss,
at Mpiri skal syngja á Mentanarnáttini í Lund í
Svøríki leygarkvøldið 18. september. Tíð
og stað kemur at standa í konsertkalendaranum her á
heimasíðuni, so skjótt vit vita tað. Eisini er tað
fastlagt, at konsertirnar í Finnlandi verða í døgunum
16. til 20. oktober, har vit millum annað skulu syngja í Turku/Åbo
og Helsinki/Helsingborg. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Væleydnað í Suðurslesvík - juni 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ferðin til landslutin Suðurslesvík í
Týsklandi, har kórið luttók á De Danske
Årsmøder fyri danska minnilutan har, eyðnaðist stak
væl. Ársfundirnir minna einamest um føroysku ólavsøkuna,
so tað var stak hugnaligt at luttaka. Vit høvdu tríggjar
framførslur, og allar gingu væl. Kórið bleiv umrødd
fleiri ferðir í lokalu bløðunum og fekk gott skoðsmál
frá teimum, ið lurtaðu. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertferð og frumframførslur - mars 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
28. apríl kl. 20 hevur Mpiri sína árligu konsert í Rundatorni. Hendan konsertin er samstundis byrjanin til komandi konsertferðina hjá kórinum, ið umfatar Danmark, Týskland, Svøríki og Finnland (sí konsertkalendaran adrastaðni á heimasíðuni). Á konsertini verda tey tvey nýggju verkini
frumframførd, sum Mpiri bílegði í fjør.
Tey eru: '4 elementini' hjá Kristiani Blak og 'Sonurin' hjá
Tróndi Bogasyni. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Hart tídarskeið við venjingum - mars 2004 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur vant hart í heyst og í vár og gleðir seg
tí nú til at sleppa at framføra alt tað, vit hava vant. Sí kalendaran
adrastaðni á heimasíðuni fyri at síggja, nær kórið hevur konsertir. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur konsertkalendari - november 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Heimasíðan hevur nú fingið ein nýggjan
konsertkalendara, har tað framyvir ber til at síggja ein lista
yvir allar konsertir - komandi sum farnar - hjá Mpiri. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur altur - september 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sjeikurin hjá Fíu flutti til USA at læra, og Fía vildi gjarna sleppa at vitja hann ofta. Tí mátti hon gevast í kórinum, hóast hugurin var góður. Lukkutíð eydnaðist tað okkum skjótt at finna ein nýggjan alt av bíðilistanum. Nýggi sangarin er íslendingur og eitur Sigríður Eyþórsdóttir, vanliga nevnd Sigga. Sigga er gamal kenningur í kórinum, tí hon stjórnar dagliga Íslendska Kvinnukórinum í Keypmannahavn, sum vit hava havt nógv samband við millum ár og dag. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ummæli - Juli 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggju sangararnir funnir - mai 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað gekk lættari og skjótari enn væntað at finna teir tríggjar nýggju sangararnar, og tað eru vit ógvuliga fegin um, tí nú eru vit klár at byrja aftur eftir summarsteðgin við nýggjari manning. Tveir av sangarunum er gamlir kenningar í Mpiri: Benjamin Gaasedal (1. tenorur) og Anna Maria Olsen (2. sopran), ið bæði hava eina langa fortíð í kórinum. Nýggi 2. bassurin eitur Niclas Thorsteinsson, sum eisini hevur drúgvar royndir sum kórsangari. Vit leggja profilar út av teimum, tá nýggja kórárið byrjar. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri nógv í fjølmiðlunum - mai 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Eftir at fløgan kom út, hevur stórur áhugi verið í føroysku og donsku fjølmiðlunum fyri henni og Mpiri. Øll tey stóru bløðini í Føroyum umrøddu fløguna, og videolagið Asbest hevur verið víst í sendingini Mentanartíðindi á SvF. Í Danmark var sera positivt ummæli í Politiken (15. mai) av fløguni og konsertini í Rundatorni, og eisini hevur fløgan verið spæld og umrødd í trimum donskum útvarpssendingum. Fyrst var tað klassiska sendingin Bolero á P2 (10. mai), ið serliga umrøddi lagið Asbest; síðani tónleikasendingin Radium á P2 (26. mai), ið spældi Asbest og Kingoløgini, og sum hevði eitt longri innslag um Kingosang sum heild; og at enda mentanarsendingin KulturNyt á P1 og P2 (27. mai), ið hevði samrøðu við Jensinu og Dánial, og sum spældi Møsnúlan og Asbest. Vit fara at royna at leggja innsløgini og ummælið út á heimasíðuna seinni. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Asbest video - mei 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Videoin til Asbest er nú klár - hon kann heintast undir Media |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjar sangarar í heyst - mai 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sum so ofta áður, tá eitt kórár er farið framvið hjá Mpiri, so eru sangarar, ið
fara úr kórinum. Soleiðis eru umstøðurnar hjá útisetakórum. Eftir konsertirnar í Føroyum í summar
mugu vit tí tíverri siga farvæl við Sámal, Eyðbjørg og Theodor Erling. Hetta merkir tískil eisini,
at kórið sóknast eftir 2. bassi, soprani og 1. tenori at byrja 20. august. Áhugað kunnu venda sær
til nevndina. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Musikkvideo við Asbest - mai 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sunnudagin 27/4 arbeiddu vit við at gera eina musikkvideo
til lagið 'Asbest'. Tað var ein fyrrverandi Mpiristur, Gudmund Helmsdal
Nielsen (ið nú lesur Film- og medievidenskab á Københavns Universitet),
sum tók upp og framleiddi. Videoin er nú liðug og verður møguliga brúkt
í framtíðini í sambandi við PR fyri kórið. Asbest er eisini komið inn
sum eykalag á hittlistan '15
tær bestu' hjá Útvarpi Føroya. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Væleydnaðar konsertir - mai 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertirnar í Århus og Keypmannahavn vóru væl eydnaðar og væl vitjaðar.
Í Rundatorni vóru 75 áhoyrarar, og Mpiri takkar fyri stóra áhugan. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fløgan komin. Konsertir í mai - apríl 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fløgan er nú komin og verður at fáa í føroyskum og donskum handlum í mai. Í løtuni sita vit
og gera hondkliptu fiskarnar til permuna. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur tenorur - februar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur tenorur er nú funnin, og fyri fyrstu ferð í søgu Mpiris er ein íslendingur komin
upp í kórið. Hann eitur Hjörtur Þorbjörnsson, er 23 ár og reykjavíkingur. Vit gera ein profil av honum undir
'kórsangarar' skjótast gjørligt. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fløgan - februar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Avtala er nú gjørd við plátufelagið Tutl um at arbeiða
fram ímóti, at fløgan verður klár til sølu 1. mai. Hon verður tí at fáa
til konsertirnar hjá okkum í Århus og Keypmannahavn í mai. Hon verður
til sølu í Føroyum einaferð eftir hetta. Konsertirnar 22. og 23/07 í Føroyum
verða eitt høvi hjá áhoyrarum at hoyra ein part av tilfarinum, sum er
á fløguni og at keypa fløguna. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í vár - februar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fleiri av konsertunum í vár eru nú lagdar til rættis. Vit
skulu hava eitt kafékvøld í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 21.03 kl. 21
saman við Íslendska
Kvinnukórinum. Leygardagin 03.05 fer kórið til Århus at hava konsert
í Århus
Kunstbygning. Og høvuðskonsertin í Keypmannahavn í vár verður sum
undanfarnu ár í Rundatorni www.rundetaarn.dk
mikukvøldið 07.05 kl. 20.00 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri í kvøldskúlaskipan - februar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórið er upptikið í kvøldskúlan MUA (Musikaftenskolen).
Hetta hava vit valt at gera fyri at fáa viðurskiftini hjá kórinum meira
skipað. Eisini gevur hetta okkum ávís rættindi og eitt sindur av almennum
stuðuli. Vit hava eisini fingið ein fittan profil á heimasíðuni hjá MUA
www.mua.dk. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjan tenor - februar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Rókur hevur júst boðað frá, at hann tekur seg úr kórinum. Hann er sera upptikin á skúlaøkinum
og nú eisini í sambandi við, at bólkurin hjá honum, MC Hár, luttekur í Prix Føroyum. Vit sóknast tí eftir nýggjum 1. tenori.
Áhugaðir eru sera vælkomnir at venda sær til nevndina. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur sangari - januar 2003 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Vit hava um jólini tíverri mist tveir sangarar. Kinna fekk starv á Studentaskúlanum
í Hoydølum og er flutt til Føroya, og Anna Maria sá seg ikki føran at halda fram í kórinum, tí hon
hevði ov nógv at gera. Kórleiðarin hevur valt bara at taka ein nýggjan sangara upp í kórið í teirra stað,
og tað er Anne Sofie Asasdottir Svanekier, sum millum manna verður rópt Fía. Hon er altur. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ætlanir frameftir - desember 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Høvuðskonsertirnar í vár vera helst í døgunum 2. og 3. mai í Keypmannahavn
og Århus. Tíðina fram til hetta fara vit at brúka at venja eina nýggja skrá og annars hava onkrar
smáar framførslur millum annað í Føroyahúsinum og í kirkjum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir og upptøka - desember 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sum sagt hevur Mpiri konsert í Helligaandskirkjuni 14.12 kl. 17. Dagin eftir
syngja vit eisini til jólaguðstænastu í Samuelskirkjuni kl. 14. Aftaná hetta fer kórið í jólaferiu
og byrjar ikki aftur fyrr enn 15. januar. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri 5 ára hátíðarhald - oktober 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri varð stovnað á vetri 98/99, og hetta merkir, at kórið í vetur hevur 5 ára jubileum. Hetta ætla vit at hátíðarhalda saman við øllum teimum gomlu kórlimunum (og tey eru nógv eftir hondini!). Av tí at tey flestu av hesum eru flutt aftur til Føroya, má veitslan haldast har og fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu koma, so er hon løgd í summarfrítíðini komandi ár. Dagurin er ásettur at vera fríggjadagin 25. juli 2003, og veitslan (og møguliga ein stutt konsert) verður í Nólsoy. Gamlir limir, ið ikki hava fingið innbjóðing til haldið, verða biðin at seta seg í samband við formannin, Boga Mouritsen bogi@mpiri.org |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ætlanir fyri framman - oktober 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Hesa fyrstu tíðina við nýggjum kórsangarum og kórleiðara fer Mpiri ikki at hava so nógvar framførslur á skránni. Vit fara at arbeiða við at samansyngja kórið og fara undir at venja nýtt tilfar. Einastu framførslurnar fyri jól verða leygardagin 14. desember. Tá syngja vit fyrst kl. 13 á Stroynum og síðani eru vit við á afturvendandi jólakonsertini í Helligaandskirken á Stroynum fyri føroysk, grønlendsk og íslendsk kór, sum verður kl. 17. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur kórleiðari - oktober 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur nú gjørt avtalu við danska kórleiðaran Gorm Larsen um at stjórna kórinum. Gorm er 35 ár og útbúgvin dirigentur frá Konservatoriinum. Hevur eisini lisið á Royal College of Music í London og Tónleikavísund á Universitetinum í Århus. Gorm hevur spesialiserað seg í renesansu- og barokktónleiki, men hevur eisini stóran áhuga fyri modernaðum tónleiki. Profilur av honum verður lagdur á heimasíðuna sum skjótast. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggir sangarar - oktober 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað hevur leingi verið ætlanin at fáa ein nýggjan tenor upp í kórið, eftir at Uni flutti til Føroya í vár. Benjamin boðaði herfyri eisini frá, at hann ikki fær møguleika at halda fram í kórinum. Vit manglaðu tí tveir nýggjar tenorar. Farnu vikuna hava vit tískil havt upptøkuroyndir, og nýggir tenorar í Mpiri eru: Rókur Jákupsson og Theodor Erling Johannesen. Eisini er Marjun Hoydal komin upp í kórið aftur, eftir at hon hevur verið 1 ár í Wien. Vit bjóða teimum vælkomnum í Mpiri og fara at leggja profilar av teimum út skjótast tilber. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertferð til Gøteborg - oktober 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Seinasti teinur á norðurlendsku konsertferð Mpiris 2002 verður til Gøteborg vikuskiftið 11. til 13. oktober. Tað er eisini seinasta samstarvið, vit hava við Sunleif á hesum sinni. Kórið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá øðrum kórleiðarum, so væntandi fáa vit nýggjan kórleiðara í næstum. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Upptøka av fløgu - september 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Leingi hevur Mpiri havt ætlanir um at gera eina fløgu. Eftir at kórið hevur fingið so nógv nýtt og originalt tilfar til vega, er nóg mikið av tilfari til hesa fløguna. Fløgan hevur eisini verið ein av verkætlanunum hjá Sunleivi. Sunleif boðaði í summar okkum frá, at samstarvið við kórið tíverri ikki kundi halda fram longur, tí hann hevur ov nógv at gera, og tí tað er ov strævið at ferðast so nógv millum Danmarkar og Føroya. Tí varð tað greitt, at fløgan mátti gerast nú í heyst. Vikuskiftið 13. til 15. september tóku vit sangirnar upp, sum skulu á fløguna. Vit hava valt føroyska modernaða tilfarið út, so fløgan skal presentera nýggjan føroyskan kórtónleik. Nær hon kemur út, er ikki avgjørt enn. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í Íslandi - august 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri var í Íslandi í døgunum 4. til 12. august. Vit høvdu 3 konsertir í og í nánd av Reykjavík. 7/8 í nýbygda Musikkskólanum í Hafnarfirði, 9/8 í kendu Langholtskirkjuni í Reykjavík, har fleiri onnur føroysk kór hava verið, og 10/8 í vøkru kirkjuni í Skálholt, gamla bispasætinum norðanfyri Reykjavík. Fitt av fólki vóru til allar konsertirnar, og tær eydnaðust væl - serliga tær í Hafnarfirði og Skálholt. Túrurin var framúr góður og væleydnaður. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Syngja fyri Løgtinginum - juli 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri er biðið um at syngja afturvið stóra galladøgurðanum og hátíðarhaldinum, sum verður ólavsøkudag fyri innbodnum á Hotel Føroyum í sambandi við at Løgtingið hevur 150 ár á baki í ár. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir við Gjógv - juli 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertirnar við Gjógv sunnudagin 14. juli saman við violinleikaranum Atla Ellendersen gingu stak væl. Til fyrru konsertina vóru uml. 100 áhoyrarar, so lítla kirkjan var stúgvandi full. Teir nógvu áhoyrararnir doyvdu klangin nakað, og vit vóru eitt sindur nervøs, men sum heild gekk væl. Til seinnu konsertina í bygdarhúsinum var eisini fullsett. 80 áhoyrarar vóru til konsertina, sum gekk sera væl. Slagverksleikararnir Trygvi Restorff í Brekkunum og Rúni Mouritsen spældu afturvið verkunum Nú rísur hjá Kára Bæk og Asbest hjá Tróndi, og tað riggaði stak væl. Áhoyrararnir rúgvaðu so nógv upp í lítla bygdarhúsinum, at vit mestsum sótu í fanginum á teimum og sungu, tá vit stilla upp rundan um teir til The Lamentations of Jeremiah, men eisini hann eydnaðist væl. Aftaná var farið niður í gjónna at syngja í góðveðrinum. Har mátti syngjast hart fyri at hoyrast framum aldutult og ritukarr, men Wie liegt die Stadt riggaði næstan betur enn nakrantíð. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sunleif stóra virðisløn - juni 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Herfyri bleiv kunngjørt, at kórleiðari okkara, Sunleif Rasmussen, hevur fingið størstu norðurlensku tónleikaheiðurslønina, nevniliga Nordisk Råds Musikpris. Hetta fekk hann fyri sína fyrstu symfoni 'Oceanic Days'. Við heiðurinum fylgir ein virðisløn upp á 350.000 kr. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir frameftir - mai 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Næst á skránni hjá Mpiri er nú Nordatlantisk Kulturfestival, sum verður
í endanum av mánaðanum (sí niðanfyri). Vit vita nú, at vit skulu framføra
til reseptiónina, sum verður í sambandi við setanina. Hetta er í spælistaðnum Vognporten í Huset i Magsstræde kl. 18. Harumframt skulu vit luttaka á
stóru kórkonsertini í Skt. Petri Kirke leygardagin 25.05 kl. 17, har føroysk,
íslendsk og grønlendsk kór luttaka. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertin í Rundatorni - mai 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertin í Rundatorni gekk væl. Bæði kór og kórleiðari
vóru væl nøgd, og teir umleið 80 áhoyrararnir lótu eisini sera væl at. Vit høvdu boðið tónaskøldum
og høvundum aftanfyri nýggju verkunum, sum skuldu frumframførast, at koma, og tað var gott at síggja, at bæði Kári Bæk, Pauli í Sandagerði og Tóroddur Poulsen
vóru til konsertina. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í vár í Danmark - februar 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Avgjørt er nú, at høvuðskonsertin hjá okkum í vár eins og
í fjør, verður í Rundatorni, og
hon er sett at vera leygardagin 4. mai kl. 20. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tveir sangarar úr kórinum - februar 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað lukkaðist ikki Una og Andrias at finna arbeiði her í Keypmannahavn, nú teir gjørdust lidnir við útbúgvingar sínar. Uni hevur nú fingið eitt Ph.D. starv hjá Fróðskaparsetrinum, og Andrias og gentan hava bæði fingið starv í Føroyum, so tey trý flyta øll heim í næstum. Tað er tó so langt útliði við fyrireikingunum hjá Mpiri til konsertina 4. mai og sangferðina í august, at vit hava avgjørt ikki at taka nýggjar sangarar upp í teirra stað fyribils. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í summar - februar 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur konsert í Rundatorni 4. mai kl. 20 Sum ein liður í sangferðini hja Mpiri í vár, skulu vit syngja á Summartónum í Føroyum. Konsertin verður 14 Juli og er ein av væl umtøktu konsertunum við Gjógv, sum Norðurlandahúsið fór at skipa fyri í fjør, har matur og hugni er millum tónleikaframførslurnar. |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggir sangarar - januar 2002 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur fingið tveir nýggjar sangarar í staðin fyri teir, sum vit mistu fyri jól. Tey eru bassurin Sámal Matras Kristiansen og alturin Sissal Clementsen. Vit ynskja teimum vælkomnum upp í kórið, og skulu royna at leggja myndir og profilar út av teimum, so skjótt vit fáa tey gjørd. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Várkonsertin |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri hevur stóra várkonsertin 4. mai. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Støðan - novembur 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertin saman við Tórshavnar
Saxofonkvartett bleiv avlýst, tí tað ikki var møguligt
hjá kvartettini at luttaka allíkavæl. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Ætlanir frameftir - septembur 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórið hevur avgjørt at arbeiða fram ímóti eini norðurlendskari kórferð á heysti 2002. Væntandi verður høvuðskonsert okkara hetta kórárið (2001/2002) í mai 2002. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertirnar í heyst - septembur 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
17.11 Konsert í Samuelskirkjuni saman við Tórshavnar
Saxofonkvartett. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Útskifting í kórinum - august 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Okkara kæri 2. sopranur og ein av stovnarunum av Mpiri, Marjun Hoydal, flytir til Eysturríkis og tekur seg tí úr kórinum. Somuleiðis sær annar av supertenorum okkara, Svein W. Rasmussen, seg eisini noyddan at gevast orsakað av arbeiði sínum. Saknur verður í teimum, men í teirra stað eru longu nýggj fólk komin. Av tí at Tróndur Bogason nú eisini skal standa fyri venjingunum av kórinum, hava vit tikið tveir nýggjar tenorar inn, og teir eru Martin Zachariassen og Benjamin Gaasedal. Nýggjur sopranur fyri Marjun Hoydal er Anne Mette Klemensen. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Listastevnan - august 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórið er boðið við á stóra tiltakið Listastevnuna, sum Norðurlandahúsið fyri fyrstu ferð í ár hevur tikið stig til. Vit hava tríggjar konsertir: Eina í Húsavíkar Kirkju, eina í Fuglafjarðar Kirkju og eina í Kommunuskúlanum í Havn. Í Húsavík sungu vit fyri fullari kirkju, sjálvt um øll oyggin var upptikin av hoygging. Í Fuglafirði vóru eini 70 áhoyrarar møttir upp, og konsertin bleiv upptikin av Útvarpi Føroya. Best eydnaða konsertin var tó í Havn, har Mpiri framførdi alla skránna fyri góðum 120 áhoyrarum. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sunleif Rasmussen - juli 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórleiðari okkara, Sunleif Rasmussen, flytir til Føroya. Vit avtala við hann at halda fram við samstarvinum í so stóran mun, tað ber til. Avgjørt verður, at Tróndur Bogason framyvir skal taka sær av venjingunum hjá Mpiri, men at Sunleif kemur niður nakrar ferðir um árið at venja við okkum, og hann skal eisini stjórna okkum til flestar konsertir. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Færøregatta - juni 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri syngur nøkur løg á árligu Regattaini í Ishøj. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggj verk |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórið bíleggur 3 nýggj verk eftir
føroysk tónaskøld, sum skulu vera klár í
septembur 2001. Tónasmiðirnir eru: Kári Bæk, Tróndur
Bogason og Pauli í Sandagerði. Verkini skulu vera partur av
nýggju kórskránni, sum Mpiri fer undir eftir Listastevnuna
2001. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kórstevna - mai 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri luttekur á árligu Norðatlantisku
Kórstevnuni, sum í ár verður fyriskipað av
Húsakórinum í Keypmannahavn. Á kórstevnuni
er høvuðsverkið eitt nýtt verk av Tróndi
Bogasyni og Niels Una Dam, ÐQ, sum verður framført av kórstevnukórinum.
Mpiri framførir eisini á felagskonsertini fyri luttakandi
kórini verkini Hún var Það alt eftir Gunnar Reynir
Sveinsson og Asbest hjá Tróndi Bogasyni. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertskráin apríl - august 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsert í Rundatorni leygardagin 28 apríl 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
28. apríl er høvuðskonsert okkara várið 2001. Vit fóru
longu í novembur 2000 undir at venja nýggju sangskránna, sum skal brúkast
til hesa konsertina. So at siga alt tilfarið er skift úr síðani konsertirnar
í heyst, men t.d. verkið Asbest - sum eftirhondini er blivið eitt slag
av hofnummari hjá okkum - verður sjálvandi enn á skránni. Stóra hittið
á várkonsertini í fjør, Ræst kjøt og súpan, er eisini uppafturtikið. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Kafékvøld í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 16 mars 2001 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fríggjakvøldið 16. mars fer Mpiri saman við Tórshavnar Saxofonkvartett at syngja á einum av kafékvøldunum
í Føroyahúsinum, sum MFS skipar fyri. Hetta er fyrsta framførsla hjá Mpiri í nýggja árinum, og okkurt nýtt
verður tí at hoyra burturúr nýggju sangskránni, sum vit venja til høvuðskonsert okkara í vár í Rundatorni
í apríl. Les meira um kafékvøldið á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum á www.faroehouse.dk.
| ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsert í Føroyahúsinum sunnudagin 12 novembur 2000 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sunnukvøldið 12 november kl 20:30, fer Mpri at hava ein konsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Konsertin er eitt
framhald av væl eydnaðu konsertferðini, sum kórið var á til Føroyar herfyri, og sangskráin er tann sama
(lesið meira um hana í eftirfylgjandi tíðindastubbum). Hetta er fyrstu ferð, at Mpiri syngur í Danmark
við Sunleivi Rasmussen sum leiðara, og tað ger sjálvandi, at vit er sera spent, tí føroysku útisetarnir
í Danmark eru primera áhoyrarafjøldin hjá Mpiri.
| ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Mpiri var í døgunum 27. til 30. oktober á konsertferð í Føroyum |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Feskastu tíðindini, tú finnur á hesi heimasíðuni er, at Mpiri í døgunum 27. til 30. oktober fer á konsertferð til
Føroya. Líka síðani Mpiri bleiv stovnað, hevur tankin um at fara eina konsertferð til Føroya verið til. Vit halda
øll í kórinum, at tað verður avgerðandi avbjóðingin hjá unga útisetakórinum: At koma heim og vísa, hvat vit duga.
Tí bleiv tað longu í vár avgjørt, at hetta skuldi vera høvuðsverkætlanin hjá okkum í heyst. Ferðin fevnir um
tilsamans 3 konsertir:
Fríggjakvøldið 27.10 kl. 19.00 í Skúlanum í Vestmanna. Lesið meira um sangskránna í eftirfylgjandi grein. Har sæst eisini plakatin fyri konsertrøðina, sum kann gerast størri við at klikkja á myndina. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sangskráin á føroyaferðini tann 27. oktober 2000 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Fleiri av sangunum á konsertferðini til Føroya verða burturúr tí sangskránni, sum vit høvdu á konsertini í Huset i
Magstræde í vár. Vit avgjørdu saman við Sunleivi Rasmussen at halda fram við arbeiðinum við verandi repertoari, av
tí at áhoyrararnir í Føroyum ikki hava hoyrt okkum sungið tað.
Fyrra helvt: | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Heimasíðan - oktober 2000 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Sum tú sært, so hevur Mpiri fingið eina nýggja heimasíðu. Hon er ikki heilt liðug enn, men vit arbeiða alla tíðina upp á tað. So fylgið við! | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Konsertir í Danmark - oktober 2000 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Vit hava valt at konsentrera okkum fult og heilt um Føroyaferðina fyri fyrst, men aftaná at hon er farin aftur um bak, er ætlanin at halda konsertir aftur í Danmark. | ||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nýggjur kórleiðari - august 2000 |
||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tað mest spennandi, sum er hent kórinum í seinastuni, er, at kenda føroyska tónaskaldið og kórleiðarin Sunleif Rasmussen í august 2000 játtaði at stjórna Mpiri. Kórið er sera fegið um at hava fingið ein so dugnaligan kórleiðara og vit gleða okkum nógv til at syngja undir hansara hond. |