|
Mpiri er ein føroyskur vokalbólkur í Keypmannahavn við 13 sangarum. Tað er ein sera ágrýtin bólkur, sum leggur seg eftir at syngja nýggjan, føroyskan kórtónleik.
![]()
Skráin til konsertirnar er ofta sera fjølbroytt. Síðan byrjanina hava fleiri føroysk tónaskøld skrivað tónleik beinleiðis til bólkin, so frumframførslur eru ofta á skránni hjá Mpiri. Samstundis sum vit eru ágrýtin, vilja vit eisini hava tað stuttligt, tá vit syngja, so livandi og fjølbroyttar framførslur eru eyðkennandi fyri vokalbólkin. |